Annika Olsen 50 ár

Tórsdagin 13/3 - fyllir Ann­ika Olsen 50 ár. Góða Ann­ika, mamma og pabba fara her­við at ynskja tær hjart­a­liga til lukku við degnum.

Takk fyri, at tú vilt halda dagin saman við tín­um nærm­astu, fam­ilju, kenn­ing­um, vin­um og fólki, tú hev­ur arbeitt og arbeiðir sam­an við.

 

Annika er gift við Jacob Horn Nielsen og eiga tey tveir sera fittar synir, Mark­us og Bjarna. Annika er yngst av 3 systkjum: Elsa Mar­ia, Martin Karl og tú, og øll hava tit nátt stór størv í sam­fel­ag­n­um og tænt sam­fel­ag­num á rík­i­li­g­an hátt. Tú ert yngst av børnum okk­ara, og bleiv tann av børn­u­num, sum kom at bera tann “arv­in” víð­ari, (eft­ir pápa og abba), sum vit nevna “pol­i­tikk­in”. Tað er ein tung­ur arvur, og tað má eg siga, at har hevur tú bor­ið prís­in. Skulu vit liva í vón­ini og hopa, at ein glotti er fyri stavn, so vónandi loysa ok­ur stavns­bandið í hes­ari samgonguni.

 

Annika, tú fórst sum ung úr Vági. Tú fór úr 9. flokki í Vágs skúla og niður til Dan­mark­ar at íðka svimj­ing, ikki tí, tú hevði í fleiri ár spælt violin í mus­ikk­skúl­a­num í Vági og dugdi fram­úr væl at spæla violin og var boð­in at koma við í ung­ling­a­orkestrið hjá sym­fo­ni­or­kestr­i­num. Eft­ir somu summarferiu valdi tú heldur at fara til Od­ense at svimja við Oslf og byrj­aði sam­stund­is at ganga á Sct Knuds Gymnasium í Od­ense, har tú tók stud­ents­prógv.

 

Svimjingin hevur verið ein stór­ur partur av tínum lívi, tú dugdi næstan av svimja, áðrenn tí dugdi at ganga. Tá ið svimjihylurin lat upp í Vági í 1979, gjørdi tú ikki mæt­ari enn at leypa beint í hylin, bara 4 ára gom­ul. Eftir hetta var svimj­i­hyl­ur­in títt næsta heim, og tú gjørd­ist før­oy­a­meistari yvir 100 ferð­ir og slóð eina røð av før­oyskum metum. Eis­ini á oyggjaleikum vanst tú fleiri medaljur fyri Før­oyar. í 2021 svamst tú um Nóls­oy­ar­fjørð, 46 ára gomul og uttan ser­lig­ar fyr­ireikingar, og er hetta besta prógvið um, at tað tú set­ur tær fyri, tað gjøgn­umførir tú.

 

Eftir studentsprógviði 1994 fórst tú uttan steðg at lesa á Uni­versitetinum í Od­ense. Eftir at tú vart liðug sum cand. mag. og hevði virk­að nak­að í Odense, søkti tú starv á Kambs­dali, og har­frá fórst tú til Havnar, har tú bæði undirvísti á Hand­ils­skúl­a­num, í Hoydølum og á Fróð­skap­arsetrinum.

 

Í Havn fingu mætir menn fatur á tær, og tú lat teg stilla upp á listan til eitt bý­ráðs­val í Havn. Tú bleiv vald, og so gekk tað politiska lívið bara víð­ari. Títt politiska lív hev­ur nógvar positivar og góð­ar søgur at fortelja. Tú sat í nógvum býráðs - og løg­tings­nevnd­um eis­ini sum for­maðu­r.

 

Tú bleiv vald sum borg­ar­stjó­ri í 4 ár í Tórshavn, sum tú klár­aði sera væl.Sjálv­andi megn­ar man onki sjálv­ur, men eitt tað fremsta málið, tú setti tær fyri at røkka, var at byggja ein 50 m svimj­­ihyl í Havn, ein høll, sum í dag má teljast í mill­um heimsins flottastu svimj­i­høll­um.

 

Nógvir eru varðarnir, sum ikki skulu nevnast her, men at tú ynskir úrslit, ivast ong­in í.

 

2 ferðir hevur tú sit­ið, 8 ár tilsaman, sum lands­stýr­is­kvinna, fyrst sum lands­stýr­is­kvinna í inn­lend­is­málum frá 2008-2011 og síð­ani sum lands­stýr­is­kvinna í almannamálum. Tíð­ar­skeið­ið frá 2008-2011 vart tú eis­ini norð­ur­lendsk­ur sam­starvs­ráð­harri og varaløgmaður, og var tí fyrsti kvinnuligu vara­løg­mað­ur í Før­oy­um. Í 2022 vart tú valt á løg­ting fyri Tjóðveldi og sit­ur nú í uttanlands- og vinn­u­nevnd­ini, sum tær dámar ser væl, tí net­upp hesi øki, hava altíð havt tín størsta áhuga.

 

Skal tað henda, sum bløð og ikki minst Dagur og Vika spáð­a um, at Føroyar verða eitt sjálv­støð­ugt land, ein inni­ligt mál, so hevði tað ver­ið eitt mál, sum Annika alt sítt politiska lív hevur droymt um. Stuttligt hevði ver­ið, um hetta hevði kunn­að verið veruleiki, meðan tú enn ert virkin í politikki.

 

Mamma og pabba fara her­við at ynskja tær alt tað besta og ynskja, at tú fært eina hugnaliga og væl­eydn­aða veitslu, og at Jesuspápin ver­ð­ur við tær og øllum tí, sum tú kemur at takast við fram­yvir.

 

Hjartaliga til lukku við teim­um 50 árunum

 

 

 

Mamma og pabba