Í eini tíð har kritiskur journalistikkur, hevur trupult at teppa bræðingina av ósannindum, eru tó dømi uppá søgur, sum eru so fjarar frá sannleikanum, at valla ber til at sita kúrrur. Søgan herfyri um lagnuna hjá føroyska laksinum, er tó so langt av leið at eg sum kenni søguna frá fyrstu parkett, má koma við rættleiðing til útleggingna hjá Norðlýsinum.
Tað hóvar mær ikki væl at heingja tveir vinmenn uppá snór, annar hevur neyvan biðið um útleggingina hjá Norðlýsinum, men her er talan um eitt veruligt stórmál í føroyskum vinnupolitikki, so ikki slepst undan at fáa rætta veruleikan á prent.
Í stuttum er útleggingin hjá Norðlýsinum (og Bakkafrost) at Poul Michelsen, táverandi landsstýrismaður, skuldi hava bjargað føroyska laksinum. Tað er so langt frá sannleikanum sum tað kann vera. Tvørturímóti so ætlaði Poul Michelsen, eftir ráðgeving frá leiðaranum av Fiskaaling, og stórum aktørum í alivinnuni, at beina fyri teimum síðstu føroysku laksunum. Og alt var sett inn fyri at fremja ætlanina í verki.
Meðan ætlanin fer gjøgnum politisku kvørnina, veitir Bakkafrost seinastu føroysku lívfiskunum friðskjól í tveimum ringum inni á Skálafirði. Takk fyri tað.
Innanveggja í Fiskaaling, arbeiða skilafólkini, og tey eiga at vera nevnd við navni, Hansa Fjallstein, Tróndur Joensen, Jónleyg Joensen, Klæmint Østerø, Astrid Hansen, Jens Mørkøre, Sverri Hansen, Heini Hátún og Andrass Reinert, av øllum alvi at varðveita teir síðstu føroysku laksarnar. Tey sóu tað stóra virðið, sum var í áratíggu longum kynbótarararbeiði. Fyri føroyska alivinnu, og fyri føroyska samfelagið.
Tíverri sá tað út til at tey fóru at tapa dystin um føroyska arvagullið. Landsstýrimaðurin var stálfastur í sínum vilja, og boðaði alment frá polittisku ætlanini.
Vit vóru tveyeini í polittisku skipanini, Hanna Jensen, og undirritaði, sum tóku dystin upp, saman við góðu ráðgevingini, vit fingu frá omanfyrinevndu fakfólkum. Tað stóð nógv á, og teir ultimativu polittisku knøttarnir vóru snaraðir, í royndini at verja teir síðstu føroysku laksarnar. Táverandi landsstýrismaðurin bakkaði. Neyvan tí hann vildi, men tí hann mátti. Játtan uppá nakrar milliónir varð útvegað, og seinastu føroysku lívfiskarnir vóru koyrdir suður á lívfiskastøðini í Skopun.
Síðani hava teir tænt sínum endamáli, sum ættmøður hjá føroyska aligullinum.
Virðið sum hesi fólkini hava bjargað føroyskari vinnu, og føroyska samfelagnum, rennur skjótt uppí milliardir. Tað minsta tey eiga er heiðurin og ein ovurhonds stór tøkk fyri teirra arbeiði og vilja til at gera tað rætta, í avgerandi løtuni.
Í dagsins meldri kann tykjast lætt hjá teimum valds og peningasterku at keypa sær sannleikar á foldum, men teir røkka valla har jarðarríkið endar.
Páll á Reynatúgvu
Táverandi løgtingsformaður