Vildu reisa minnisvarða meðan tær vóru á lívi

1. november 1976 bleiv minnisvarði avdúkaður úti á Tanganum á Strondum. Jóhanna Sofía Jensen var ein av stigtakarunum og hevur verið í minnisvarðanevndini øll árini

Tað vóru Hanna Jacobsen og Tinna Abrahamsen sum fyrst tóku stig til minnisvarðan. Tær høvdu báðar mist mann sín undir seinna heimsbardaga, og vildu reisa minnisvarða yvir sjólátin meðan tær enn vóru á lívi.

 

 Í 1974 varð kallað til fund. Tey sum møttu høvdu øll avvarðandi sum vóru deyð á sjónum. Ein starvsnevnd bleiv vald, í nevndini sótu Jóhannes Martin Olsen, Eliesar Høj, Petur Abrahamsen og Jóhanna Sofía Jensen, sum var skrivari og kassameistari.

 

Minnisvarðin kostaði 223.000 krónur. Á heysti næstu trý árini, varð skipað fyri eydnuhjóli, fyri at savna pening til minnisvarðan. Fyrsta eydnuhjólið varð í 1974. 75.700 krónur komu inn hendan dagin. Árið eftir eydnaðist at savna 60.000 krónur, og triðja ári 72.000 krónur. Eisini vóru fólk sum lótu peningagávur, og Sjóvar kommuna stuðlaði.

 

 Kommunan gjørdi økið byggibúgvið. Fleiri av jarðareigarunum lótu stykki, har minnisvarðin skuldi standa. Tað var Árni Ziska, steinhøggari á Strondum sum teknaði, og stóð fyri arbeiðnum at gera minnisvarðan.

 

 Minnisvarðin bleiv vígdur 1. november 1976. Løtan byrjaði við at Niels Pauli Danielsen sóknarprestur talaði, síðani avdúkaði 96 ára gamli Andrias Poulsen minnisvarðan. Kransar blivu lagdir, nøvn teirra farnu lisin upp, og tey sum vóru savnaði boygdu høvur í tøgn í ein minutt. Stranda sangkór sang tveir sálmar, og Elisar Høj helt røðu vegna minnisvarðanevndina.

 

Tað serliga við løtuni, var at 12 mans komu gangandi úr fjøruni og niðan til minnisvarðan í oljudansi og bjargingarvesti, hetta varð gjørt fyri at heiðra sjómannin.

 

 Nøvnini á teimum sum er farin á sjónum, standa á minnisvarðanum. Niels Pauli Danielsen, Hilmar Kass og Jógvan Jensen fingu nøvnini á teimum farnu til vega, nøvnini eru frá 1820, og til dagin í dag.

 

– Tíverri eru fleiri nýggj nøvn komin, Strendur hevur verið hart rakt av vanlukkum, sigur Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, og formaður í minnisvarðanevndini.

 

##med2##

 

Í 2007 kom ein serlig áheitan úr Íslandi. Hetta vóru avvarandi hjá skiparan um á íslendska trolaranum Góðanes. Skiparin doyði, tá skipið sigldi á fleskjarnar í 1957. Hetta var tí 50 ár eftir vanlukkuna. Tey avvarðandi ynsktu at seta ein stein tætt við fleskjarnar, steinurin stendur á sunnaru síðu við minnisvarðan.

 

Jóhanna Sofía Jensen og Hans Anders Jacobsen halda at minnisvarðin hevur stóran týdning fyri strandingar. Á hvørjum ári verður minningarhald teirra sjólátnu hildið við minnisvarðan, og tá møta nógv fólk. Kommunan og sjómanskvinnuringurin leggja blómur, og røða verður hildin.

 

– Hetta er altíð ein kensluborðin dagur, og nógv sum hava mist koma til minningarhaldið.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

Jóhanna Sofía Jensen hevur verið í minnisvarðanevndini síðani arbeiði byrjaði í 1974. Hans Anders Jacobsen, borgarstjóri, er formaður í nevndini.