Í dag er evropeiskur toppfundur í høvuðsstaðnum í Ungarn, Budapest.
Her hevur forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, hildið røðu.
Í røðu síni legði hann dent á, at tað helst verður neyðugt at brúka megi fyri at nærkast einum rættvísum friði aftur í Ukraina.
- At geva eftir fyri Vladimir Putin, forseta, verður sjálvsoyðandi fyri Evropa.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at tað nyttar einki at fevna Putin.
Trýst er tað einasta, sum nyttar, legði ukrainski forsetin dent á í røðu síni til evropeiskar leiðarar.
Toppfundurin í Budapest er hin fyrsti millum evropeiskar leiðarar síðan amerikanska forsetavalið.
- Tað er forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, sum leiðir toppfundin, veit www.dagbladet.no at siga seinnapartin í dag.