Atgongumerki til Føroyar-Ukraina kunnu keypast í morgin

Klokkan 10 í morgin koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Ukraina til sølu.

HSF skrivar: 

 

- Ímorgin, fríggjadagin 11. apríl kl. 10.00, koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Ukraina til sølu. Dysturin verður sunnudagin 11. mai kl. 17.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.

 

Hetta er seinasti og avgerandi dysturin í EM-undankappingini til EM 2026. Alt kann enn henda í bólki 6, har øll liðini enn hava møguleikan at vinna bólkin. Føroyar spæla fyrst útidystin í Kosovo hósdagin 8. mai, og koma síðani heim til Føroyar til seinasta dystin í bólkinum, sunnudagin 11. mai.

 

Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.

 

Fjepparaøkið (bólkur F)

 

Bólkur F er lagdur av sum fjepparaøkið. Hesin bólkurin er tí hugsaður til teir áskoðarar, ið hava serligan hug at vera við til at skapa stemning til dystin. Roknast kann tí við, at áskoðarar í hesum bólkinum koma at standa, rópa og hoppa undir øllum dystinum.

 

Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið.

 

Atgongumerki, ið verða seld øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil. Svartabørshandil kann verða meldaður til løgregluna. 

 

Skrivar HSF.