Atli og Sølvi vilja ikki leggja kongin

Veteranarnir á liðnum hjá Víkingi hava framvegis vón um, at tað fer at eydnast víkingunum at vinna seg víðari í meistarakappingini, hóast tað í kvøld endaði við heimatapi

2-3. Tað vísti máltalvan í Klaksvík, tá ið belgiski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.

 

Úrslitið ber við sær, at Lincoln Red Imps úr Gibraltar er favorittur at vinna seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfari í Champions League kappingini. Men veteranarnir á liðnum hjá Víkingi liðformaðurin Atli Gregersen og Sølvi Vatnhamar, sum dygst undan steðginum og við brotssparki minkaði um munin til 3-2, halda báðir, at tað framvegis er møguleiki fyri, at Víkingur verður samantaldur vinnari, tá ið Lincoln Red Imps um eina viku fer at eiga heimavøll suðuri í Gibraltar.

 

-Onkrir av spælarunum vóru meiri læstir, enn vit plaga at vera. Hetta mugu vit læra av. Vit eru ikki favorittar, men eg haldi, at vit framvegis hava møguleika, tí vit spældu okkum til møguleikar, sum teir bjargaðu á strikuni, sigur Atli Gregersen í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.

 

Sølvi Vatnhamar er samdur við liðfelagan:

 

-Tá ið vit sleptu virðingini fyri teimum og fóru at leypa á, so vóru vit vandamiklir og spældu okkum til fleiri møguleikar, enn teir gjørdu. Við iðra okkum og kundu havt gjørt tað betur, enn vit megnaðu í dag, men tað er ikki ómøguligt. Tað verður torført, tí umstøðurnar vera øðrvísi, men vit fara at fyrireika okkum og vita, at vit áður hava vunnið 2-1 í Gibraltar, sigur Sølvi Vatnhamar.

 

Mest sum allan seinna hálvleik royndu víkingarnir at svara aftur, eftir at teir undan steðginum vóru aftanfyri 3-2. Tað vóru fleiri spentar støður, og málverjin hjá gestunum stórbjargaði, tá ið Jákup Johansen royndi seg úr heilt stuttari fjarstøðu, men tað eydnaðist ikki víkingunum at javna.

 

Um Víkingur skal venda hóttandi samantalda tapinum, so verður neyðugt um eina viku at hava hugburðin og ágrýtni frá seinna hálvleiki í kvøld, og at syrgja fyri at mistøkini í fyrra hálvleiki í kvøld ikki verða endurtikin.

 

Lesið eisini: Myndir: Víkingur tapti 2-3 fyri Lincoln Red Imps

 

Bernando Lopes skoraði til 1-0 og 2-1. Tá var talan um lítið sannførandi verjuspæl hjá Víkingi.

 

Jákup Johansen javnaði við fínum stútara eftir framlegging úr høgru frá væl upplagda Ara Olsen.

 

Tá ið gestirnir sjey minuttir undan steðginum øktu til 3-1 við brotssparki, sá tað út til, at ballið var buðið, men vónin kyknaði aftur, tá ið Sølvi Vatnhamar í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, umsetti brotsspark til 3-2.

 

Fjálturin og mistøkini í fyrra hálvleiki vóru dýr, og í seinna hálvleiki gekk tað, sum tað so ofta hevur gjørt í ár, tá ið víkingarnir ikki hava havt marginalirnar við sær.

 

 

 

Víkingur – Lincoln Red Imps 2-3 (2-3)

 

Champions League

 

0-1: Bernardo Lopes 19.

 

1-1: Jákup Johansen 29.

 

1-2: Bernardo Lopes 31.

 

1-3: Tjay De Barr br 38.

 

2-3: Sølvi Vatnhamar br 45.+4.

 

Dómarakvartett úr Belgia: Lothar D'hondt, Romain Devillers, Nico Claes og Kevin Van Damme (4. dómari)

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Poul Kallsberg, Árni Nóa Atlason (Aron Jarnskor Ellingsgaard, 65.), Sølvi Vatnhamar, Ragnar Skála (Olaf Bárðarson, 75.) – Stefan Radosavlovic (Jørgen Nielsen, 65.), Jákup Johansen

 

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jákup Arngrímsson, Jónatan Lervig, Arór Brandsson, Páll Eirik Djurhuus, Jákup Martin Jarnskor, Jósef Ólavsson, Ingi Arngrímsson. Martin Klein Joensen

 

Gult kort: Jákup Johansen

 

Reytt kort: Olaf Bárðarson 84. (beinleiðis reytt)

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen