VIDEO: João Pedro sendi Chelsea í HM-finaluna

(Video) Síggj bæði málini João Pedro skoraði í 2-0 hálvfinalusigrinum á Fluminense

Mynd: Ritzau Scanpix

Chelsea skal komandi sunnukvøld klokkan 20 spæla HM-finalu móti antin Paris Saint Germain ella Real Madrid á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New Jersey. 

 

Á sama leikvølli eydnaðist tað Chelsea at vinna 2-0 á Fluminense. João Pedro skoraði bæði málini við tveimum rimmar skotum, har serliga tað seinna var framúr gott. João Pedro legði Chelsea á odda í 18. minutti, og hann økti til 2-0 í 56. minutti. Fluminense er barndómsfelagið hjá João Pedro, og tí vildi hann ikki fegnast um bæði málini, ið bæði høvdu uppiborið ein stóran fagnað fyri dygd.

 

Fluminense-Chelsea 0-2 (0-1)

 

0-1 João Pedro (´18 )

 

0-2 João Pedro (´56 )

 

Í annaðkvøld klokkan 20 hittast Paris Saint Germain og Real Madrid á MetLife leikvøllinum. 

 

HER ber til at síggja tey bæði málini João Pedro skoraði fyri Chelsea í HM-hálvfinaluni:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix