Av og á verða føroysk feløg sett í samband við spælarar, hvørs CV glitrar nakað meira enn hjá tí vanliga spælaranum í føroysku kappingini. Soleiðis er við B68 og Ronnie Schwartz.
Keldur siga við In.fo, at 35 ára gamli fyrrverandi toppskjúttin í donsku Superliguni er á veg til B68. Hann hevur seinastu árini skift títt millum feløg í Danmark og nú er líkt, at hann møguliga verður at síggja í føroyskum fótbólti.
Ronnie Schwartz kemur upprunaliga frá AaB og fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini har, men hevur síðani spælt við Randers FC, Guingamp (Frakland), Brøndby, Esbjerg, Waasland-Beveren (Belgia), Sarpsborg 08 (Norra), Silkeborg, FC Midtjylland, Charlton (Ongland), Vendsyssel, FC Frerericia og Hobro.
Hann fekk tíðliga í yrkisleiðini eyknevnið “plaffministarin”, tí hann smekkaði so oftani til bóltin. Nú er spurningurin um hald er í søguni, og at Ronnie Schwartz skal hjálpa B68 at skjóta mál komandi kappingarár.