Hvítanes endar helst aftur í Føroyum

Fólk hjá reiðarínum Thor í Hósvík eru í hesum døgum í býnum Bay Roberts í Ný Foundlandi og hyggja at skipinum

 

Myndina eigur Martin Andreasen 

- Føroyingar eru farnir til Bay Roberts í Ný Foundlandi at hyggj at fyrrverandi Hvítanesi, sum nú kallast Inuksuk 1.

 

Hetta veit heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag at siga í dag og lagt verður aftrat, at tað eru fólk hjá Thor í Hósvík, sum nú eru í Ný Foundlandi.

 

Sambært heimasíðuni skal reiðaríið meta um standin á gamla Hvítanesi, og Fiskimannafelagið sigur seg hava frætt, at ætlanin er at skifta trolaran Kappan út.

 

- Sum skilst er gamli Hvítanes í góðum standi, men nærri kanningar skulu gerast, áðrenn nøkur endalig støða um møguligt keyp verður tikin.

 

Heimasíðan hjá Fiskimannafelagnum veit at siga, at tað eru bara einar tríggjar vikur síðan, at Inuksuk 1 gjørdi seinasta túrin.

 

- Seinasti túrurin var eftir svartkalva, men teir hava eisini roynt eftir rækjum. Helst endar gamli Hvítanes aftur í Føroyum, veit Fiskimannafelagið at siga.

 

Myndina eigur Martin Andreasen