Seinnapartin klokkan 14 verður føroyingauppgerð í týsku bundesliguni.
Í Max Schmelling høllini taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Vilhelmi Poulsen og hansara liðfeløgum í Hannover-Burgdorf.
Füchse Berlin er fremst í deildini við 42 stigum, men Hannover er bert trý stig aftanfyri Füchse Berlin.
Veddingarfyritøkurnar hava tó Füchse Berlin sum greiðan favoritt til at vinna dystin.
Til ber at síggja dystin á TV3 Max, ið eisini sæst hjá Televarpinum.