Bárður DC og Galla­rí Havn­ará: Upp­boðs­søla fyri krabba­meins­við­gerð

Bárður DC og Gallarí Havnará hava avgjørt at seta hendan málningin á uppboðssølu til frama fyri krabbameinsviðgerðina hjá Ivonnu Johansen.

Ivonna er 53 ár, gift, hevur fýra børn og trý ommubørn og ynskir brennandi at liva. Av tí at hon ikki tolir vanligu kemoviðgerðirnar hevur hon leitað sær til Týsklands at fáa aðra viðgerð, ið tó kostar nógvan pening. Hon savnar í hesum sambandi pening inn á Facebook.

 

– Vit hava avgjørt at hjálpa til við hesi innsavnan. Tí er hesin málningurin settur á uppboðssølu. Málningurin er 200 x 150 cm. Vanligi prísurin er 49.000, men øll boð eru vælkomin.

 

– Øll boð skulu sendast til Gallarí Havnará á Messenger. Vit dagføra síðan prísin her á síðuni, skrivar Gallarí Havnará.