Lona rundað tey 100 árini

Seinnapartin var hátíðardagur í Havn, nú Sunneva Poulina Niclasen, vanliga nevnd Lona, fylllir 100 ár.

Almanna- og mentamálaráðið:

 

Í hesum sambandi varð skipað fyri føðingardagshaldi á Hotel Hafnia.

 

Væl av fólk høvdu leitað sær hagar at heilsa uppá Lonu. Eisini Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, var við og bar fram røðu fyri føðingardagsbarninum.


Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna.

 

Góða Lona – hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.


Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við her í dag at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og hetta takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi.


Hundrað ár! Tað setur veruliga tankarnar í gongd, at hugsa um, hvussu tað man vera at hava livað í heili 100 ár. Tað er torført – fyri ikki at siga ógjørligt – at ímynda sær allar hendingarnar og broytingarnar, sum tygum hava upplivað.


Tak til dømis snildfonina, sum nærmast hvørt barn gongur við í hondini í dag. Eitt amboð, sum heilt einfalt gevur atgongd til allan heimin av góðum og ringum. Óendaligir møguleikar, men kortini als ikki betri enn at tosa við verulig livandi menniskju í Dali fyri næstan einari øld síðani, tá tygum vóru barn.


Tygum eru jú fødd júst hendan dagin – 9. juli –1925 í Dali. Tað var ein hósdagur, um onkur er áhugaður í tí. Í Dali var pápi tygara, Óli Andreas Groth Johannesen, eisini barnvaksin, meðan mamma tygara, Sunneva Christina, var ættað úr Húsavík.

 

##med2##

 

Sunneva Poulina Niclasen, sum tygum, Lona, eru navngivin, vuksu upp í einum stórum systkinaflokki, heili 8 systkin. Fyrst komu tvillingabeiggjarnir og eftir teir komu so tit seks systrar.

 

Eg kann av royndum siga, at tað veruliga kann vera eitt vælsignilsi við nógvum systkjum. Sjálvur havi eg “bara” ein beiggja, men omma mín í Havn, Edith, fekk júst sum mamma tygara 8 børn. Fyrst tveir dreingir og síðan seks døtur. Sjálvur minnist eg serliga væl aftur á gleðina við at hava nógvar mostrar í uppvøkstrinum.

Men eg havi eisini altíð merkt á teimum systkjunum, hvussu tey hava verið nógv saman, hava stuðlað hvørjum øðrum og hvussu beiggjarnir onkursvegna hava og høvdu teirra serliga leiklut sum stórir beiggjar. Eg ivist ikki í, at tað hevur verið nakað líknandi hjá tykkum.

 

Í tygara systkinaflokki eru tygum triði elst, og eftir á lívi er umframt tygum nú systirin Gnippa, sum er 89 ár.

 

Tað má hava verið serligt at vaksa upp í teirri tá fjarskotnu bygdini Dali. Har kom ikki vegasamband fyrr enn í 1963, so har vóru bygdafólkini veruliga burturfrá umheiminum. Tí var vanligt at tygum eins og systkini máttu ganga gøtuna upp um fjallið til Húsavíkar at keypa inn. Hetta gjørdu tit frá 10 ára aldri, og hetta var púra vanligt hjá dalsbørnum tá í tíðini.


Hetta er samstundis ein  áminning um, hvussu umfatandi broytingin og menningin av føroyska samfelagnum hevur verið. Tá var samferðslan ein onnur, ein tíð áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman. Stuttligt hjá tygum at uppliva fasta sambandið til Sandoynna og at næsta stigið verður, at tygum kunna koyra gjøgnum tunnilin til Dals. Tí mær er fortalt, at tygum javnan leitað aftur á slóðina og hvørt heyst eru stødd har suðuri saman við familjuni, tá fjøllini verða gingin. Tað má vera sera hugaligt og ikki minni hugnaligir dagar.


Saman við systrum og familju vóru tygum við at endurbyggja barndómsheimið hjá pápa tygara, kallað Rennan, sum síðani 1966 hevur húsað tykkum øllum á túrum tykkara til Dals.


Sum vanligt var tá á døgum, so fóru eisini tygum út at tæna og vóru tygum í húsi ymsastaðni. Millum annað vesturi i Sandavági og seinni í Havn hjá Christian Holm. Eitt tíðarskeið vóru tygum eisini á vaskarínum á sjúkrahúsinum. 

 

Og tað var somuleiðis í Havn, at tygum hitti ein vakran unga mann. Tað var hestmanninum Jógvan Niclasen, og 20. desembur 1958 giftist tit bæði og hildu rimmar brúdleypið við 300 gestum í Tórshøll.

 

Saman fluttu tit í heim tykkara í Janstovugøtu 20, sum Jógvan hevði bygt stutt áðrenn í 1955. Hetta bleiv seinni til Egholmstrøð 11, og har hava tygum Lona búleikast líka síðan, og til tann dag í dag – nú 100 ára gomul.

 

Saman vórðu tit bæði ríkaði við 3 børnum: tvillingarnir Kristina og Óli Jákup og so Sunnvør. Tá børnini komu og vuksu til valdu tygum at verða heima arbeiðandi.

Jógvan starvaðist fyrst 11 ár í Landshandlinum, áðrenn hann í 1951 fór í starv á Fiskasøluni sum roknskaparstjóri. Hetta bleiv hansara lívsstarv líka til 20. september í 1985, tá hann bráðliga doyði. 

 

Umframt at passa børnini, so var heimið hjá tykkum oftani at líkna við eitt veruligt hotel. Har var stórt hjartarúm, tí altíð var opið fyri fólki í familjuni, sum komu at fáa innivist og mangan góðan bita. Eitt sermerkt gestablídni. Somuleiðis vórðu tygum altíð klár, tá boð vóru eftir tygum at servera til brúdleyps og veitslur.


Og so dámdi tygum so væl at brúka tíðina í urtagarðinum, sum altíð hevur havt tygara stóra áhuga. Havan røkti tygum so sera væl øll árini. Og tað er sjón fyri sókn, at skráningurin fram við húsinum og havin er vakur á at lýta á hvørjum ári.

 

Somuleiðis hava tygum bundið, bæði uppá børnini og familjuna annars.

 

Sigast má, at tygum eru ein sterk kvinna við góðari heilsu og við einum serligum vilja, til at vilja megna alt sjálv. Heilsan hevur eisini verið á tygara síðu og tað eru bert fáar ferðir at sjúkrahúsverkið hevur havt vitjan av tygum. Treyðugt so hevur verið tørvur á at fáa onkra á fylling av blóði, eitt knæ skift og so at fáa hjartanum eitt hjálpitól, sum nú ger, at alt fungerar uppá tað fínasta. 


Enn búleikast tygum sum sagt í heiminum á Egholmstrøð og ikki fyrr enn í september í fjør kom heimahjálpin fyri fyrstu ferð. Onkur fuglur hevur sungið um,  at umsókn enn ikki er send um at fáa pláss á ellisheimi. Kanska er tíðini ikki komin hartil enn, tí tygum megna enn alt tað vanliga – bæði at gera sær døgurða og at stákast, tá ið fólk koma at vitja og at bjóða ein kaffimunn. 

 

Eg kann annars heilsa og siga, at tað er hjá Elsu í kommununi at tygum kunnu fáa nærri kunning um bíðilistar og uppskriving at fáa pláss á ellisheimi (sigast í skemti).

 

Jú, víst hava tygum havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Samstundis hava tygum verið vitni til sera stóra samfelagsliga menning og broyting, ið eisini tygara ættarlið verið við til at leggja lunnar undir. 

 

Og eg má siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólki, hava útint við at byggja tjóð. Í øllum hesum arbeiði, er stórur og ríkur arvur lagdur eftir tygum, sum nútíðarsamfelagið nú kann heysta av.


Eg fari at enda við einum broti úr vakrari yrkingin eftir Hans Andriasi Djurhuus:

 

 “Alt átti so friðarligt hvíldarlag –

Kvøldarhvíld eftir stravnan dag.

Sólin var farin um fjallaskarð,

tó enn stóð glæman og lýsti har”.

 

Somuleiðis fari eg at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Og enn einaferð hjartaliga til lukku við degnum, verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og eg takki fyri meg.

 

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum