Í dag var annað umfarið leikt í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í fótbólti hjá kvinnum, ið verður leikt í Sveis.
Ongland hevði undan dystinum móti Niðurlondum á Letzigrund leikvøllinum í Zürich ryggin móti mórinum, tí tær taptu móti Fraklandi í tí fyrsta dystinum. Men tað sást ikki á Onglandi, ið vann stórsigur 4-0.
Á Kybunpark leikvøllinum í St. Gallen vann Frakland stórsigur 4-1 á Wales. Jessica Fishlock gjørdist søgulig hjá Wales, tá hon í trettanda minutti javnaði til 1-1. Talan var um fyrsta málið hjá Wales í einum endaspæli.
Ongland-NIðurlond 4-0 (1-0)
1-0 Lauren James ('22 )
2-0 Georgia Stanway ('47 )
3-0 Lauren James ('60 )
4-0 Ella Toone ('67 )
Frakland-Wales 4-1 (2-1)
1-0 Clara Mateo ('8 )
1-1 Jessica Fishlock ('13 )
2-1 Kadidiatou Diani, br. ('45+ )
3-1 Amel Majri ('53 )
4-1 Grace Geyoro ('63 )
Frakland hevur seks stig, og Ongland og Niðurlond hava trý stig hvør. Wales er aftast við ongum stigi.
Í annaðkvøld klokkan 20 vera seinastu dystirnir í innleiðandi bólki A leiktir. Finnland og Sveis møtast á leikvøllinum í Genéve. Somu klokkutíð møtast Noreg og Ísland á Stochorn leikvøllinum í Thun. Noreg hevur seks stig. Sveis og Finnland hava trý stig hvør, og Ísland er aftast við ongum stigi.