Ein maður úr grønledska býnum, Qaqortoq har suðuri í Grønlandi, er fyri aðru ferð í lívinum funnin sekur í drápi, hóast maðurin bert er 36 ára gamal.
Í báðum førum er talan um fólk í familjuni hjá tí dømda, sum brotsverkið gekk út yvir.
Nú hann fekk sín seinna dóm í einum drápsmáli, er talan um eina hending, sum fór fram í 2023.
Dómurin, sum nú er sagdur í landsrættinum í Grønlandi yvir hin 36 ára gamla, er trygdarvarðhald - ella "forvaring", sum tey siga á rættarmáli.
Tað merkir, at maðurin kann ikki latast leysur aftur uttan um rættarskipanina, og tískil hevur dómurin einki beinleiðis áramál fyri møguligari leyslating.
Fyrra drápsmál hjá tí nú 36 ára gamla, var í 2012, tá hann sló og sparkaði ein 53 ára gamlan pápabeiggja til deyðis.
- Tá búði hin nú dømdi hjá pápabeiggjanum, veit Grønlands Politi at siga.
Seinna drápsmálið hendi í februar í 2023, og tá var tað eitt systkinabarn hjá tí døma, sum læt lív. Hin dømdi búði hjá systkinabarninum, sum hann sparkaði og sló við eitt nú einari pannu.
Hendingin í 2023 fór fram í einum íbúðarbygningi náttina millum 3. og 4. februar.
Sambært Ritzau, sum skrivar um dómin, gjørdi Grønlands Politi eitt umfatandi kanningararbeiðið í málinum, har út við 60 fólk vórðu avhoyrd, og neyðugt var við kriminalteknikarum úr Danmark.
- Trygdarvarðhald - ella "forvaring" - er harðasti dómur í grønlendsku revsilógini, sum merkir, at hin dømdi kemur at sita í óásetta tíð, veit Ritzau at siga.