Tað sigur Christian Poulsen, stjóri á flogvøllinum í Keypmannahavn.
– Men í longdini kunnu el-flogfør vónandi gerast ein partur av grønu umleggingini hjá flogvinnuni, sigur hann.
Hósdagin var flogvøllurin í Keypmannahavn karmur um eina sýning av einum flogfari, sum einans er drivið av battaríum.
Lesið eisini: Jákup Sverri Kass: Hetta er ein liður í grønu umleggingini
Flogfarið er á veg til Noregs, har tað skal brúkast til farmaroyndarflúgving. Men hon fæst eisini í útgávu við plássi til fimm ferðafólk og flogskipara.
Lesið eisini: Fyrsta el-flogfarið í Danmark fór úr Sønderborg í dag
Sambært stjóranum á flogvøllinum verður eitt el-flogfar við plássi til umleið 60 ferðafólk tøkt í 2030.
/Ritzau/