Tað er ein tíð síðan, at matvøruhandilin Lonin í Skopun, sum hjúnini, Sámal Hanni og Krista W. Lognberg, hava rikið í fleiri ár, læt aftur. Meðan handilin enn var opin, seldu tey vørur úr handlinum fyri niðursettan prís, og síðan hava hjúnini selt ymiskt innbúgv og útbúnað, sum var í handlinum.
Tað er meklarafyritøkan Nira, sum hevur staðið fyri søluni av bygninginum, og tíðliga í sølutilgongdini ljóðaði, at okkurt boð var komið, men tað er ikki fyrr enn nú, at endaliga avtalan um sølu er komin upp á pláss, og handilsbygningurin hevur fingið nýggjan eigara.
Nýggju eigararnir eru hjúnini, Sigurd og Randi F. Hentze, og tað er eitt smápartafelag hjá teimum, sum hevur keypt og gjørt hesa íløgu. Tey eiga frammanundan fyritøkuna, Gólvfix, sum mest fæst við álegging av vinyli, álegging av linolium og gólvum í síni heild.
Hjúnini eiga og reka eisini Fitnesshøllina Sandoy, sum húsast í einum bygningi beint norðanfyri handilsbygningin í Skopun, sum tey nú hava keypt. Nú tey eiga Lonina, er bygningurin, har fitnesshøllin er, lýstur til sølu.
Tað merkir tó ikki, at Fitnesshøllin Sandoy leggur árarnar inn. Tvørturímóti. Fitnessvirksemið fer at flyta í nýggju hølini, har umstøðurnar verða nógv rúmligari og betri, enn tær eru í dag. Hetta verður tó ikki beinanvegin, tí fyrst skal ymiskt gerast í nýggju hølunum.
##med2##
Sigurd Hentze sigur, at Gólvfix hevur brúk fyri størri hølum til amboð og tilfar.
- Hetta er í fyrsta lagi orsøkin til, at vit valdu at gera hesa íløgu. Útbyggingarmøguleikarnir í bygninginum, har Fitnesshøllin Sandoy húsast í dag, eru rættiliga avmarkaðir, og tí valdu vit at keypa stóra handilsbygningin, sigur Sigurd Hentze.