Í kvøld var KÍ fyri 61. ferð í europeiskari kapping. 30 ferðir er tað endað við tapi. Seinnu árini hevur tað hilnast væl betri, enn tað gjørdi fyrstu árini, tá ið KÍ royndi seg í Europa.
Í kvøld vann KÍ 2-1 á útivølli ímóti finska SJK. Tað er langt frá hesum úrslitinum og avrikinum, sum tað var, tá ið klaksvíkingar 19. august í 1992 fyrstu ferð royndu seg í Europa og taptu 3-1 á Svangskarði ímóti SKonto Riga, og Olgar Danielsen var málskjútti.
Sigurin í kvøld var nummar 17 hjá KÍ í Europa.
Í kvøld vóru tað topptrimmaðir og væl fyrireikaðir KÍ spælarar, sum eiga nógvar royndir og vita, hvat tað snýr seg um, sum vóru á vøllinum í Finnlandi, har tað í 24 hitastigum varð spælt á graslíki.
Hundurin er ikki meiri enn hálvbardur, men 2-1 sigur á útivølli ber við sær, at KÍ liðið hevur góðu kortini á sínari hond, nú tað á heimferðini verður farið undir fyrireikingarnar til avgerandi dystin, sum verður í Klaksvík um eina viku.
At hópurin er breiður, og at royndirnar eru nógvar vísti seg at eiga avgerandi leiklut, tí liðið viknaði ikki, tá ið royndir og góðir spælarar í seinna hálvleiki vórðu skiftir inn.
KÍ legði framúr væl fyri. Avrikið var eyðkent av stórum sjálvsáliti, liðið var í 3-4-3 uppstilling, tá ið klaksvíkingar høvdu bóltin, og stóran part av fyrra hálvleiki var tað KÍ, sum var á bóltinum.
Fyrstu løtuna vunnu heilt hvítklæddu klaksvíkingarnir seg til fleiri hornaspørk og góðar støður og eisini málmøguleikar. At tað ikki eydnaðist at umseta málmøguleikar til mál fyrstu minuttirnar var sera óheppið, men so var tað, at liðformaðurin Jákup B. Andreasen seks minuttir fyri steðgin og eftir fínt innlegg úr høgru við høvdnum sendi bóltin í netið.
Kenslan eftir fyrra hálvleik var, at KÍ leiðslan var eitt ella tvey mál ov lítil. Einasta ferðin, at heimaliðið var um reppið at skora, var tá ið Gilli Rólantsson Sørensen, sum var miðmaður í trímannaverjuni, ikki avgreiddi støðuna nóg væl. Tá var Odmar Færø framúr bjargingarmarður.
Tí var tað skelkur, tá ið heimaliðið við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum og heilt upp í málkrókin javnaði, tá ið seinni hálvleikur bara var ein minutt gamal.
Finska liðið var í broyttari útgávu eftir steðgin. Bólturin var væl meiri millum heimamenninir, meðan luturin hjá klaksvíkingum var at verja og renna aftaná.
So broytti Magnus Powell uppstilling til 4-4-2, og tá bar betri til. KÍ fekk betri tak á spælinum, bólturin var á føroyskum fótum frammarlaga á vøllinum, og smáar fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað at skora sigursmálið. Eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg var tað innskifti Mads Bo Mikkelsen, sum vann luftdyst, og dygst undir málinum var tað argentinski miðverjin Gaston Nicolas Tellechea, sum stakk seg fram og skoraði.
Borðið er væl dekkað, nú KÍ ferðalagið fer aftur til Klaksvíkar, har avgerandi dysturin verður um eina viku.
SJK – KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Jákup B. Andreasen 39.
1-1: Marko Arsolo 47.
1-2: Gaston Nicolas Tellechea 86.
Dómari úr Íslandi: Johann Ingi Jonsson
KÍ: Mark F. Jensen – Odmar Færø (Deni Pavlovic, 91.), Gilli Rólantsson Sørensen Daniel Johansen, 62.), Gaston Nicolas Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg (Claes Philip Kronberg, 91.), Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 77.)
Gult kort: Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Hallur Hansson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Sebastian Jonn, Robert Williams,, Filip Brattbakk, Dávid B. Andreasen, Martin Gonzalez
Venjari: Magnus Powell