Aftur stuldur við sjálvtøkukassa í matvøruhandli

Í gjár var boðað frá stuldri í matvøruhandli.

Vit hava hoyrt um tað fleiri ferðir áður – at fólk stjala vørur við sjálvtøkukassar, sum eru í ymsum handlum, har fólk sjálvi skanna vørurnar og rinda fyri tær, uttan at nakað starvsfólk í handlinum er upp í avgreiðsluni.

Hesa var tað í einum Á handli í Havn, at tey boðaðu frá, at onkur hevði tikið vørur fyri umleið 1.000 krónur uttan at rinda fyri vørurnar.

Tað er bara tað, at handlarnir hava vakmyndatól, og tí væntar løgreglan, at tey fáa fatur á viðkomandi.

Í síðsta mánaði var ein 48 ára gamal maður dømur 20 dagar treytaða fongsulsrevsing fyri at stjala í Bónus. Tað er fyrsti dómur, sum er fallin í einum slíkum málið. Tann 48 ára gamli maður, sum var skuldsettur fyri at hava stolið fyri tilsamans 15.000 krónur í vørum í fýra Bónus handlum í Havn, varð dømdur 20 daga treyta fongsulsrevsing. Harafturat skal hann gera samfelagstænastu í 40 tímar – og sjálvandi skuldi hann rinda fyri vørurnar, sum hann hevði stolið.