Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá KÍ er fegin um 2-1 sigurin hjá KÍ á SJK Seinäjoki á útivølli. Hann heldur, at talan var um ein torføran dyst fyri bæði liðini í øllum hitanum. Hann ásannar eisini, at KÍ mátti brúka eina løtu í seinna hálvleiki at fóta sær aftaná SJK hevði broytt leikskipan, og hevði javnað til 1-1. Magnus Powell staðfestir, at alt er opið til returdystin komandi hóskvøld á heimavølli við Djúpumýrar í Klaksvík.
Skotski høvuðsvenjarin hjá SJK, Stevie Grieve heldur, at KÍ spældi ógvuliga "skotskt". Stevie Grieve heldur, at ungu leikararnir hjá SJK eru ikki vanir við slíkt í heimligu kappingini í Finnlandi. Stevie Grieve heldur, at SJK var tað nógv betra liðið í seinna hálvleiki, men teir vóru alt ov passivir í fyrra hálvleiki. Stevie Grieve heldur, at finnur SJK spælið frá seinna hálvleiki fram til útidystin í Klaksvík, so kann SJK knógva KÍ.
HER ber til at hoyra og síggja tíðindafundin aftaná dystin millum SJK og KÍ. Tíðindafundurin fór fram á enskum:
##med2##
SJK – KÍ 1-2 (0-1) - 1. undanumfar í Conference League, fyrri dystur.
0-1: Jákup B. Andreasen 39.
1-1: Marko Arsolo 47.
1-2: Gaston Nicolas Tellechea 86.
Dómari úr Íslandi: Johann Ingi Jonsson
KÍ: Mark F. Jensen – Odmar Færø (Deni Pavlovic, 91.), Gilli Rólantsson Sørensen Daniel Johansen, 62.), Gaston Nicolas Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg (Claes Philip Kronberg, 91.), Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen (Mads Bo Mikkelsen, 77.)
Gult kort: Odmar Færø, Gaston Nicolas Tellechea, Hallur Hansson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Sebastian John, Robert Williams,, Filip Brattbakk, Dávid B. Andreasen, Martin Gonzalez
Venjari: Magnus Powell