NSÍ skrædlaði besta liðið í Finnlandi

Stóri dagurin hjá føroyskum feløgum í Europa endaði við, at NSÍ smurdi HJK av

Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, plagdi maðurin at verða endurgivin fyri at siga. Teir í NSÍ vita, at bólturin er rundur og alt hatta har. Tí fara teir ikki at kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur.

 

Men 4-0 á heimavølli ímóti HJK sigur, at tað nógv skal ganga heilt nógv verri í Finnlandi um eina viku, enn tað gjørdi í Klaksvík í kvøld.

 

Fyrr í dag vann KÍ 2-1 í Finnlandi, og eftir 4-0 sigurin ímóti HJK í Klaksvík er staðfestingin, at hetta man vera eitt av størstu kvøldunum í altjóða høpi hjá føroyskum feløgum yvirhøvur.

 

NSÍ var væl trimmað. Virðingin fyri favorittunum úr Finnlandi var ikki størri, enn at NSÍ legði bragdliga fyri og bjóðaði mótstøðumonnunum av frammarlaga á vøllinum.

 

Tað bar við sær, at tað fleiri ferðir vóru spentar støður frammanfyri málið hjá gestunum.

 

Stórir 10 minuttir vóru farnir, tá ið Emil Weihe Joensen smekkaði til av brotsteigarmarkinum, tá ið verjan royndi at varpa bóltin burtur, og tá ið mótstøðumenninir miðskeiðis í fyrra hálvleiki sóu beinleiðis reytt kort, so vóru fyritreytirnar hjá NSÍ sera góðar, og teir gulu og svørtu tóku av.

 

-Hetta var framúr uppliving. Hetta er fínt lið úr Finnlandi, og í steðginum vóru vit samdir um, at vit skuldu fara eftir at vinna stóran sigur. Tað hevði sjálvandi stóra ávirkan, at teir mistu hann mann, og tað var rætt úr dómur, tí mótstøðumaðurin taklaði meg á skinnabeinið, sigur væl nøgdi Emil Weihe Joensen í samrøðu við FM1 útvarpið.

 

##med2##

 

Og hvussu verður nú í Finnlandi?

 

-Vit skulu ikki hugsa ov nógv um, at vit eru frammanfyri við fýra málum, men vit eiga heldur at taka ta uppgávuna sum ein vanligan dyst, sigur Emil Weihe Joensen, sum í kvøld fyri fyrstu ferð var málskjútti í europeiskari kapping.

 

Eftir útvísingingina var NSÍ álopsbogin spentur, og tíggju minuttir undan steðginum var tað vongverjin í vinstru Fabian Østigðrd, sum eftir sending frá Brandi Hendriksson Olsen økti um munin til 2-0.

 

NSÍ yvirskotið var stórt, áskoðararnir hugnaðu sær, og tað vóru møguleikar at skjóta fleiri mál fyrstu stóru løtuna eftir steðgin.

 

NSÍ venjarin Jens Christer Wedeborg hevði teir somu ellivu á vøllinum alla tíðina, og siðsta korterið takkaði teir tvær ferðir fyri álitið og øktu til 4-0, og harvið hevur NSÍ í hvussu so er annað beinið í øðrum umfari.

 

Miðverjin sendi við høvdinum bóltin í netið eftir innlegg frá væl upplagda Brandi Hendriksson Olsen, og sjey minuttir undan leikloki var Klæmint A. Olsen upp á spæl, tá ið hann stýrdi bóltin í málið. Uppleggið átti væl upplagdi Jann J. Benjaminsen.

 

 

 

NSÍ – HJK Helsinki 4-0 (2-0)

 

1-0: Emil Weihe Joensen 12.

 

2-0: Fabian Østigård Ness 35.

 

3-0: Daniel Obbekjær 76.

 

4-0: Klæmint A. Olsen 83.

 

Dómari: Karl Koppel úr Estlandi

 

NSÍ: Kristian Joensen – Jann J. Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Østigård Ness – Emil Weihe Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Michal Przybylski – Jasper Van Der Heyden, Klæmint A. Olsen, Aron Knudsen

 

Gult kort: Fabian Østigård Ness, Daniel Obbekjær

 

Venjari: Jens Christer Wedeborg