Gunnar og liðfelagarnir vunnu eisini í Conference League

Víkingur Reykjavík vann á útivølli

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík fingu eisini eitt gott útgangsstøðið í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í Conference League.

 

Gunnar var á vøllinum í 77 minuttir, tá Víkingur vann 1-0 á Malisheva á útivølli í Kosovo. Nikolaj Hansen skoraði málið beint undan steðginum.

 

Víkingur hevði bóltin meira, og hevði eisini fleiri málmøguleikar enn mótstøðuliðið. Tí var talan um ein uppibornan sigur. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19.45 verður returdysturin leiktur á Víkingsvøllinum í Reykjavík.