Tað eru 14 mánaðir síðani at Bjørn Kallsoy kom heim, eftir at hava verið í kríggi í Ukraina. Hesa tíðina hevur hann lagt pening til síðis, og gjørt seg kláran at fara avstað aftur.
- Á hermótinum, upplivdi eg tað ógvusligasta tú kanst uppliva, men hjartað á mær var altíð hjá teimum sivilu. Tað er løgið at skula avstað aftur, men eg havi gjørt frið við meg sjálvan um tað, og hetta hevur allatíð verið ætlanin.
Tætt við hermótið vóru bygdir, sum høvdu fingið stóran skaða av bumbuálopnum. Flestu íbúgvarnir vóru flýddir, men ikki øll høvdu møguleika at flíggja.
- Tað eru bara gomul fólk eftir í hesum bygdunum, og umstøðurnar hjá teimum eru ringar. Rútar vóru brotnaðir, skaði var á tekjum, tað lak í húsini, og tað vóru 20 kuldastig um veturin.
Tá Bjørn Kallsoy var í Ukraina seinast, gjørdi hann umvælingararbeiði í hesum bygdum, og tað gjørdust fólkini ógvuliga glað fyri. Bjørn Kallsoy hevur fingið ein bil, sum er útgjørdur at koyra eftir smølum, runutum vegum, og ætlanin er at veita hjálparpakkar til fjarskotnar bygdir.
Bilurin er rúmligur, og hevur krók. Bjørn Kallsoy hevur sett seg í samband við ymiskar hjálparfelagsskapir, sum hann ætlar at samstarva við.
Næsta mánað fer Bjørn Kallsoy við Norrønu. Ætlanin er at koyra um Ukrainska markið úr Litava.
Bjørn Kallsoy fer ikki bara til Ukraina at gera hjálpararbeiði, hann væntar eisini at hann fer aftur á hermótið.
- Eg vóni at eg bæði kann gera hjálpararbeiði og berjast á hermótinum, men skal eg aftur at hermótið, má eg helst á venjingarlegu, tí tú skalt hava ógvuliga góða heilsu.