Lona Niclassen vaks upp í Dali, men hevur seinastu mongu árini búð í Havn.
Dagurin varð hildin á Panorama á Hotel Hafnia. Elsa Berg, borgarstjóri, var boðin við og segði millum annað:
“Lívið sum smágenta í Dali í 1930-unum kann illa samanberast við, hvussu gerandisdagurin er í dag.
Sum hjá so nógvum øðrum var pápi tygara sjómaður, og tí lá nógv á børnunum at hjálpa til heima við hús. Jørðin, sum hoyrdi til húsið, skuldi røkjast, og so var tað torvið, sum skuldi skerast, breiðast út, fáast til høldar og berast at húsum.
##med2##
Tá var einki vegasamband til Dals, og einki lekstet var heldur komið til bygdina.
Og um nakað skuldi keypast, mátti tað keypast í Húsavík, og øll vøran, eisini tungir sekkir við mjøli ella sukuri, mátti berast eftir bygdagøtuni til Dals.”
“Tá tygum fingu aldur til tess, fóru tygum sum so nógvar aðrar ungar gentur út at tæna. Tygum vóru millum annað í Sandavági og eisini her í Havnini, her tygum fingu húspláss hjá kenda handilsmanninum og reiðaranum Christian Holm. Hetta førdi til eitt langt vinalag millum húsini “í Toppi” og hjá Christian Holm – eitt vinalag, sum heldur enn í dag.
Tygum arbeiddu eisini eitt skifti á Landssjúkrahúsinum á vaskarínum og í køkinum.
##med3##
Og tað var í Havn, at tygum møttu Jógvani Niclassen úr Hesti. Tað rann saman millum tykkum, tit blivu gift og bygdu hús í Jansstovugøtu – í tí partinum, sum í dag eitur Egholmstrøð.
Tit fingu trý børn – Sunvør í 1959, og í 1961 komu tvíburarnir Kristina og Óli Jákup.
Jógvan andaðist í september 1985, so tygum hava nú sitið einkja í næstan 40 ár.
##med4##
Men einsamøll hava tygum ongantíð verið. Í dag eiga tygum fýra ommubørn, og tygum eru eisini vorðin langomma. Og heimið á Egholmstrøð, har tygum framvegis búgva, hevur mangan verið sum eitt hotell. Tað hevur verið eitt savningarstað hjá allari familjuni, og nógv av teimum yngru hava eisini búð har, meðan tey hava lisið í Havn. Fyri ikki at tala um allar ólavsøkurnar, tá tað hevur verið fult hús.
##med5##
Og sjálvt um árini nú eru vorðin 100, sita tygum ikki still. Sonurin Óli segði, at nú ein dagin hann kom at vitja, sá hann krákunevið standa uttanfyri og so visti hann, at mamman hevði manererað við onkrum uttanfyri húsini. Og enn síggjast tygum eisini í SMS, um enn ikki longur einsamøll.”
##med6##
“Við hesum orðum vil eg takka fyri, at eg kundi hátíðarhalda hendan stóra dagin og hesa løtuna saman við tygum og tykkum øllum, og enn eina ferð hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum.”