Friedrich Merz lovar Ukraina meira vápnastuðul

Hetta segði týski kanslarin á einum fundi í dag við Nato-leiðaran, Mark Rutte

Týski kanslarin, Friedrich Merz, lovar at veita Ukraina enn meira stuðul, enn landið higartil hevur fingið úr Týsklandi.

 

Stuðulin skal styrkja loftverjuna hjá Ukraina móti áhaldandi russiska álopskrígnum.

 

- Tað er serliga loftverjuskipanir, sum vit hugsa um, segði týski kanslarin á einum fundi í dag við Nato-leiðaran, Mark Rutte.

 

Friedrich Merz segði seg eisini fegnast um, at USA nú aftur tosar um at veita Ukraina meira loftverjuútgerð.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.