746 miljónir amerikanskir dollarar, ella nærum 5,4 miljardir krónur í okkara peningi.
Tað fær baseball-leikarin, Juan Soto burturúr at gera ein 15 ára sáttmála við liðið sum nevnist: New York Mets.
Talan er um tíðarinnar størsta og lønartyngsta sáttmála, sambært amerikonskum miðlum.
26 ára gamli, Juan Soto er úr Dominikanska Lýðveldinum, og verður sostatt 41 ára gamal tá sáttmálin við New York Mets gongur út í 2039.
Juan Soto hevur í hesum árinum spælt við arvafíggindanum hjá Mets, New York Yankees.
Mets hava bara vunnið World Series (meistaraheitið) tvær ferðir, seinast í 1986. So trýstið á Juan Soto verður uttan iva stórt, nú hann hevur skrivað undir tíðarinnar sáttmála.
New York Yankees hava vunnið World Series heilar 27 ferðir. Tó ikki síðani 2009.