Betrideildin: NSÍ hevur favorittstøðuna móti B36

Her eru oddsini upp á dystin millum B36 og NSÍ

Seinnapartin klokkan 15 verður fimti og seinasti dysturin leiktur í trettanda umfarinum í Betrideildini hjá monnum.

 

Á ovara vølli í Gundadali í Havn tekur B36 móti NSÍ. B36 er nummar fimm í deildini við 20 stigum, og NSÍ er triðfremst við 27 stigum.

 

Tá liðini hittust 9. mars við Løkin í Runavík vann NSÍ 4-3 aftaná at hava verið aftanfyri 1-3. 

 

NSÍ hevur eisini eina lítla favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til B36 liggja millum 3,10 og 3,40.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,60 og 3,80.

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 1,90 og 2,00. 

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##