Útlendsk ferðafólk funnin deyð á hotelli í Reykjavík

- Enn er ov tíðliga at siga nakað um umstøðurnar kring deyðsføllini, sigur íslendska løgreglan

Tvey útlendsk ferðafólk eru funnin deyð á einum hotelli í Reykjavík í morgun.

 

Eitt triðja ferðafólk, sum eisini var á hotellinum, er flutt á sjúkrahús.

 

Tað sigur íslendska løgreglan við Morgunblaðið.

 

Lagt verður aftrat, at enn er ov tíðliga at siga nakað um umstøðurnar kring deyðsføllini.

 

Sagt verður, at stórir partar av The Reykjavik Edition við havnalagið í Reykjavík eru avsperraðir.