Gullbrandur í Horni Øregaard var aftur liðskipari hjá Sandnes ULF, ið leygardagin hevði heimadyst í triðbestu norsku fótbóltsdeildini móti Flekkerøy á ØSTER hus leikvøllinum í Sandnes.
Tað eydnaðist Sandnes at vinna dystin 3-0. Ole Sundgott legði heimaliðið á odda beint undan steðginum, og seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal, so hevði Jacob Tromsdal økt til 2-0. Gullbrandur var stutt aftaná skiftur út. Hann kundi í yvirtíðini síggja Sander Saugestad økja til 3-0.
Gullbrandur og liðfelagarnir eru næstfremst í bólki 1 í triðbestu deildini við 19 stigum fyri 10 dystir. Sotra er fremst við 21 stigum. Bert fremsta plássið gevur beinleiðis uppflyting. Liðið sum endar næstovast má spæla dystir um uppflyting til næstbestu deildina.
Sunnudagin 22. juni klokkan 12 spælir Sandnes dyst á útivølli móti Notodden.