Tað er ikki á hvørjum degi vit kunnu siga, at føroysk list hevur fingið ein munagóða kontemporeran skulptør. Til lukku! Samstundis gevur ein tílík framsýning eisini varhuga av einum nýggjum seriøsum framsýningarstaði í Havn.
Soleiðis sigur Kinna Poulsen m.a. um framsýning hjá Vár Bænadiktu Samuelsen.
Tað besta, sum kann henda, tá mann júst hevur givið út eina drúgva bók um samtíðarlist í Føroyum, er at uppliva verk hjá listafólkum, sum ikki eru í bókini. Hendan herliga kenslan av, at alt kann henda, at alt møguligt spennandi er í væntu. Tað hendi í gjár í atelierinum í listafólkahúsinum hjá Janusi Kamban, tá Vár Bænadikta Samuelsen læt upp sína framsýning, Móttakari, ið er hennara fyrsta serframsýning. Framsýningin, sum bara vardi ta løtuna, sum ferniseringin gekk fyri seg, var sett saman av tekningum, skulpturi og installatión, hevði sterkan samanhangandi dám bæði konseptuelt, men eisini ítøkiliga við bjartlittum spreingileidningum, ið skaptu samband millum verkini. Framsýnt var eisini eitt ritverk eftir Onnu Maluni Jógvansdóttir, sum í stíli og litum víkir frá náttúrulitta universinum hjá Vár B.Samuelsen, men sum kortini umskarast í eyðsýnda áhuganum fyri náttúru, blómum, fyri várhagasóljum, skrivar Kinna Poulsen.
Alt ummælið kann lesast her Vár Bænadikta Samuelsen: Móttakari — Listaportal og her eru eisini fleiri myndir at síggja.