Patrik hevur verið flúgvandi

Patrik Johannesen hevur verið flúgvandi í Betrideidini hjá monnum seinastu umførini

Patrik Johannesen saman við foreldrunum, Heidi og Jón Johannesen - Mynd: Regin Davidsen

FSF skrivar:

 

Við tíggju málum í landskappingini, og ein av stóru profilunum hjá KÍ higartil í ár, hevur Patrik Johannesen verið flúgvandi í Betrideidini hjá monnum seinastu umførini

 


– Hetta var ein deiligur heiður at fáa. Men tað hevur eisini gingið væl higartil í ár. Vit liggja nummar 1 í landskappingini, og hava sum er meira enn annað beinið í steypafinaluni.

 

Tað sigur Patrik Johannesen úr KÍ, ið higartil hevur skorað 10 mál í fyrstu trettan umførunum í Betrideildini, og sum leygardagin, undan dystinum á Dungasandi millum 07 Vestur og KÍ, tók ímóti heiðurinum sum besti spælari í mai.

 

Tað eru landsliðsvenjarar, fjølmiðlar og fótbóltsviðmerkjarar, ið atkvøða, og tá talt var saman fyri mai mánað, hevði tvøramaðurin í Klaksvík fingið flestar atkvøður. Honum á baki komu Sammy Skytte og Heini Fossdalsá Sørensen úr HB.

 

Tað vóru foreldrini hjá Patriki, Heidi og Jón Johannesen – Jón var í nógv ár ein av berandi kreftunum í TB – sum vegna Fótbóltssamband Føroya handaðu soninum eitt gávubræv frá Hotel Brandan, og eina glasplátu, ið er latin av FSF. Skrivar FSF. 

 

Patrik Johannesen saman við foreldrunum, Heidi og Jón Johannesen - Mynd: Regin Davidsen