Fyrr í kvøld boðaði ísraelski herurin (IDF) frá, at Iran er farið undir eitt nýtt álop, og at rakettir eru sendar móti Ísrael.
Sjónvarpsmyndir vísa, at loftverjan yvir Jerusalem er virkin, og fólk eru biðin um at fara í bumbuskýlini - um alt landið.
Iranskir miðlar hava fyrr í kvøld sagt, at Iran leypur á við bæði rakettum og dronum.
Reuters veit at siga, at sambært ísraelskum sløkkiliði hava iranskar rakettir rakt íbúðarøkir, og í Haifa hava 14 fólk fingið løstir.
Almennir iranskir sjónvarpsmiðlar siga, at hernaðarlig mál í Ísrael eru rakt í álopunum í kvøld.
Seinni í kvøld hava ísraelsku myndugleikarnir sambært Reuters boðað frá, at fólk nú kunnu fara úr bumbuskýlunum aftur.
Men, tað er ikki bara Iran, sum leypur á. Ísrael hevur eisini framt álop á Iran í dag.
Tíðindastovan AFP veit at siga, at tvær oljugoymslur í iranska høvuðsstaðnum, Tehran, eru raktar í ísraelskum álopum.
Kelda til hesi tíðindi er oljumálaráðið í Iran.
Eitt tíðindafólk hjá AFP, sum er í Iran, sigur, at eldur er í oljugoymsluni í Shahran, sum liggur í ein útnyrðing úr Tehran.
Seint í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at Ísrael eisini hevur lopið á verjumálaráðið í iranska høvuðsstaðnum.
Sagt verður, at iranskir miðlar eru kelda til tíðindini um álopið á verjumálaráðið í Tehran.