Tað skrivar Føroyska Bíbliufelagið í tíðindasskrivi.
– Spírar framleiða hágóðsku uppruna føroyskt barnatilfar. Fyrsta røðin av sjey kom út í 2019, og sæðst á YouTube-rásini hjá Spírum og á spirar.fo. Nú verður onnur røðin framleidd, og Spírar fara í 2023 at leggja fleiri enn 170 spildurnýggj føroysk innsløg og tíggju nýggjar barnasendingar – ókeypis, tøkar á alnótini til øll føroysk børn, skrivar Bíbliufelagið.
Spírar eru partur av Føroyska Bíbliufelagnum og aftanfyri standa dugnalig skapandi fólk innan tónleik, mynd, leik, tøkni, námsfrøði, frálæru v.m. Tilfarið er dygdargott, mennandi, trygt, jaligt og vil styrkja føroysk børn í talgilda heiminum.
##med2##
– Stórur partur av framleiðsluni er sjálvboðin, men tað krevur munandi fíggjarligt íkast, um verkætlanin skal røkka á mál. Spírar eru fíggjað privat, men hevur eisini fingið sera góðan stuðul frá Mentamálaráðnum og øðrum gevarum.
– Júst nú hevur ein gevari lovað at stuðla Spírum við 185.000 kr, men einans um samsvarandi fígging fæst frá øðrum gevarum, innan ársenda 2022, skrivar Bíbliufelagið.
Tí hendan áheitan til føroya fólk:
Ynskir tú at stuðla góðum føroyskum barnatilfari? So er møguleiki at gera tað, við flyting til Spírar á konto 6460-5694991 ella set teg í samband við Spírar á Facebook- síðuni ella á spirar@spirar.fo og hoyr nærri.
##med3##
##med4##
##med5##