Bjarni í Selvindi toppskjútti hjá Vali í stórsteypadystinum

Valur mátti lúta fyri meistarunum, FH í stórsteypadystinum

Meistari meistaranna, so flottur er titulin hjá einum íslendskum stórsteypavinnara.

 

Bjarni í Selvindi, Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali spældu í kvøld stórsteypadyst, sum verandi steypavinnarar móti verandi meistarunum, FH.

 

FH knógvaði ein 30-28 sigur. Í steðginum var støðan javnleikur 15-15.

 

Bjarni gjørdi tað framúr í sínum fyrsta kappingardysti fyri Val. Bjarni gjørdist toppskjútti hjá Vali við sjey málum. Allan skoraði tvey mál í stórsteypadystinum.

 

Komandi leygarkvøld klokkan 18.30 spælir Valur á heimavølli fyrra Play Off dystin um at røkka bólkaspælinum í EHF European League.

 

Dysturin verður móti kroatiska liðnum, Vinkovci. Returdysturin verður í Kroatia, leygarkvøldið 7. september klokkan 18.