Minst 30 føroyskir áskoðarar vóru í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík, tá føroyingauppgerð og triðja hálvfinalan var millum liðið hjá Bjarna í Selvindi og Allani Norðberg, Val og liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding.
Teir 30 føroysku áskoðararnir sóu ein gysara, ið endaði við teprum 30-29 sigri til Afturelding. Liðið úr Mosfellsbær var annars á odda 16-12 í steðginum, og tað sá einki út hjá heimaliðnum.
Men Valur, og ikki minst Bjarni arbeiddu seg upp í seinna hálvleiki, og Valur fekk fatur í Afturelding, og megnaði akkurát at knógva ein sigur.
Bjarni var næstbesti málskjúttin hjá Vali við seks málum. Hann skoraði fleiri av teimum seinastu løtuna av dystinum. Allan skoraði trý mál, og Hallur skoraði fýra mál fyri Afturelding. Hjá Sveini er leikluturin mest í verjupartinum.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 2:3, 6:8, 8:10, 9:12, 9:13, 12:16, 15:19, 18:21, 22:22, 24:25, 27:26, 30:29.
Støðan í hálvfinaluuppgerðini er nú 2-1 til Val.
Liðini hittast aftur í Mosfellsbær mánakvøldið klokkan 20.30, ið er klokkan 19.30 íslendska tíð. Vinnur Valur skulu teir spæla finalur um íslendska meistaraheitið. Vinnur Afturelding verður kassameistarin hjá Vali fegin, tí so verður fimta og avgerandi hálvfinalan í høllini á Hlíðarenda.