Marius var tvífaldur málskjútti

1.DEILD: Unga liðið hjá EB/Streymi er nú á fimta plássi

Talan er fyri tað mesta um ungar spælarar, sum manna næstbesta liðið hjá EB/Streymi. Í fjør flutti liðið upp í næstbestu deildina, og tað hevur gingið væl higartil í ár. Í dag vann EB/Streymur fyri fjórðu ferð, og hóast liðið eigur útsettan dyst á Argjum, so er EB/Streymur á fimta plássi við 12 stigum.

 

Í dag var mótstøðuliðið næstbesta liðið hjá 07 Vestur, sum higartil einki stig hevur vunnið. Í dag vann EB/Streymur 2-1.

 

Eiler Fróðason legði 07 Vestur á odda í 21. minutti eftir horna frá Jónas Nordendal.

 

Men miðskeiðis í seinna hálvleiki og innanfyri ein minutt skoraði heimaliðið í Hólmanum á Eiði tvey mál og vann 2-1. Í báðum førum var Marius Allansson málskjtútti. Í seinna førinum átti Sámal Jónsson uppleggið. 20 ára gamli Marius Allansson hevur nú skorað trý mál í ár í næstbestu deildini.

 

Fríggjadagin fær 07 Vestur vitjan av AB, og tá fer EB/Streymur at spæla á Skála.