Ein læt lív og fleiri eru særd í Ukraina

Umframt at ein maður læt lív, vórðu fleiri særd í russiskum álopi í nátt, sigur ein av leiðarunum í Dnipropetrovsk, Mykola Lukashuk, á Telegram

Seinasta náttin var ikki hin ringasta, sum verið hevur í Ukraina seinastu tíðina, har fleiri fólk hava latið lív í russiskum álopum.

 

Men, heilt undan álopum slapp Ukraina heldur ikki í nátt.

 

- Ein maður læt lív, og fleiri fólk vórðu særd, tá ein russisk drona rakti ein íbúðarbygning í ukrainska ídnaðarbýnum, Dnipropetrovsk.

 

Tað sigur ein av leiðarunum í Dnipropetrovsk, Mykola Lukashuk, á Telegram.

 

Lagt verður aftrat, at tríggir íbúðarblokkar vórðu raktir í russiska álopinum í nátt.