Stóra jarðarferðin, har Frans pávi skuldi jarðast eftir deyða hansara mánadagin, er liðug.
Vatikanið boðar sambært AFP frá, at Frans pávi nú er grivin í kirkjuni Santa Maria Maggiore í Róm.
Hetta hendi, eftir at ríkis- og stjórnarleiðarar úr øllum heiminum vóru við at siga pávanum farvæl fyri seinastu ferð.
Millum luttakararnar vóru Mary drotning, men eisini amerikanski forsetin, Donald Trump, og evropeiskir leiðarar sum franski Emmanuel Macron og bretski Keir Starmer.
Frans pávi var 88 ára gamal og var leiðari í katólsku kirkjuni frá 2013 til hann doyði.
Eftir jarðarferðina á Pæturstorginum, har 250.000 fólk høvdu møtt upp, varð kistan hjá pávanum flutt til yndiskirkju hansara, har hann skuldi jarðast.
Fleiri enn 150.000 fólk verða hildin at hava møtt upp og fylgt hansara seinastu ferð gjøgnum Róm, sum millum annað umfataði at leiða jarðarferðina framvið Forum og Colosseum.
/Ritzau/