Áðrenn jarðarferðina hjá Frans páva í Róm í morgun hittust Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump til ein privatan fund. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Zelenskyj: Trump-fundurin kann vera søguligur

Á X skrivar ukrainski forsetin, at hann vónar, at fundurin við Trump í dag fer at geva úrslit.

Áðrenn jarðarferðina hjá Frans páva í Róm í morgun hittust Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump til ein privatan fund. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyy, sigur, at fundurin við amerikanska forsetan, Donald Trump, áðrenn jarðarferðina hjá pávanum í dagvar sera symbolskur, og at hann hevur møguleika at vera søguligur.

Hetta skrivar Zelenskyj í einum uppslagi á X.

Hann kallar tað ein "góðan fund".

Zelenskyj skrivar eisini, at nógv evni vórðu umrødd og at hann vónar, at hetta fer at umsetast til úrslit.

Hetta fevnir millum annað um at verja mannalív og treytaleysa vápnahvíld fyri at forða fyri, at eitt nýtt kríggj brestur á.

Í uppslagnum takkar hann eisini Donald Trump.

Fyrr á degnum upplýsti Zelenskyj, sambært Reuters, at fundurin vardi umleið 15 minuttir.

Myndir vórðu eisini almannakunngjørdar, har teir báðir forsetarnir sita yvir móti hvørjum øðrum í einum stórum marmorhøli í Vatikaninum.

Jarðarferðin hjá Frans páva byrjaði klokkan 9 á Pæturstorginum.

Sambært einum talsmanni fer Zelenskyj eisini at hitta forsetan í ES-nevndini, Ursulu von der Leyen, í dag eftir jarðarferðina. Tað veit AFP at siga frá.

- Von der Leyen, forseti, og Zelenskyj, forseti, hittast seinnapartin í dag, sigur talskvinnan hjá ES-nevndini, Paula Pinho.

Fyrr í dag varð eisini roknað við, at Trump og Zelenskyj fóru at hittast aftur eftir jarðarferðina. Stjórnin hjá Zelensky boðaði seinni frá, at hetta ikki bar til orsakað av trongu tíðarætlanini hjá báðum forsetunum.

Tað skrivar Reuters.

Fundurin millum Trump og Zelenskyj í Rom er fyrsti fundur teirra millum, síðani Zelensky vitjaði Hvítu Húsini 28. februar.

Á tí fundinum varð ukrainski forsetin skeldaður av Trump og varaforseta hansara, J.D. Vance, fyri at rulla myndatól.

Zelenskyj varð millum annað kallaður "óvirðiligur" av Trump.

Seinastu dagarnar hevur Trump ført fram, at Ukraina og Russland eru "sera nær við eina avtalu" um vápnahvíld.

 

/Ritzau/

 

 

 

Áðrenn jarðarferðina hjá Frans páva í Róm í morgun hittust Volodymyr Zelenskyj og Donald Trump til ein privatan fund. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix