Vanliga eru nógvir campingvognar og bátar á Summar Festivali í Klaksvík. Roknað verður við, at soleiðis verður eisini í ár.
Summar Festivalurin boðar nú frá, at 160 pláss til campingvognar nú eru tøk. Plássini eru á fimm ymiskum økjum í býnum – í Klaksvíksgarðinum, á Stongunum, við Føroya Bjór, á stadionøkinum og við Norðborg.
Umbyggingar í býnum gera, at nakað færri pláss enn vanligt eru tøk í løtuni. Møguliga verða gjørligt at finna onkur einstøk pláss aftrat seinni.
Campingplássini til Summar Festivalin 2025 verða sett til sølu týskvøldið kl. 21.00. Meira kann lesast um hetta á heimasíðuni sf.fo.
##med2##