Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?
- Eti sunt, røri meg nógv, fái fríska luft og nokk av svøvni.
Tað sigur Jana Ejdesgaard Thomsen, sum vísir á, at hon hugsar um tað, hon etur og einans etur tað, sum hon veit er gott fyri hana.
- Eg eti grønt og groft, heilsugott feitt, sukurfrítt og vegetariskt.
Hon sigur, at hon fekk anorexi, tá hon var 14 ára gomul, og síðan tá hevur hin ikki etið kjøt, kakur, sodavatn og annað ósunt.
- Eg eri vegetar, men eti egg, fisk og mjólkaproduktir.
Jana er eisini útbúgvin økonoma og kostráðgevi, so hon veit, hvat er gott og minni gott at eta.
- Haraftrat røri eg meg sera nógv. Mítt arbeiði sum fitnessinstruktørur, persónligur venjari og liðvenjari ger, at eg undirvísi umleið 40 tímar um vikuna, har eg sjálv venji við einar 25 liðtímar um vikuna.
Hon sigur, at frísku luftina fær hon við at ganga ganga túrar, og hon svevur í minsta lagi sjey tímar hvørja nátt.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Vit menniskju eru gjørd til at røra okkum, so rørsla hevur stóran týdning. Brúka vit ikki kroppin, verður hann stirvin og veikur, so vit mugu røra okkum og styrkja kroppin fyri at gerast meira mobil og sterk.
Jana Ejdesgaard Thomsen vísir á, at longu, tá vit gerast 25 ár, byrja vit at missa vøddamassu.
- Men, vit at leggja tyngd á vøddarnir, gerast vit sterkari og halda upp á vøddamassan so leingi sum tilber.
##med2##
Hon sigur, at hetta ger eisini, at vit betur klára ymiskt , sum vit noyðast at gera í gerandisdegnum, eitt nú bera tungar innkeypsposar, tá vit fara til handils, hava orku til at venja, arbeiða, spæla við okkara børn, ommu-og abbabørn og ymiskt annað.
- Tá vit venja, gerast vit eisini betur fyri, tá vit gerast eldri, og gransking vísir, at venjing fyribyrgir nógvum sjúkum. Eitt gott “citat” sigur: Jú meira tíð, tú brúkar upp á at røra teg, tá tú ert ung/ur, jú minni tíð brúkar tú hjá læknanum, tá tú verður eldri.
Hevur tú tað betri likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Eg havi altíð verið virkin, so eg kenni ikki til annað. Men, tað trúgvi eg heilt sikkurt. Eg eri sera sjáldan sjúk, og eg dragist ikki við skaðar, sjálvt um eg havi verið sera virkin í so nógv ár - og sálarliga havi tað eisini gott, sigur Jana Ejdesgaard Thomsen.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini:
Renniskógvar kundu minkað nógv um heilivágin - https://www.in.fo/news-detail/einar-renniskogvar-kundu-minkad-nogv-um-heilivagin