Birgir Waag Høgnesen tók myndirnar

Børn seldu egg í Vágsbotni

Meðan myndirnar vórðu tiknar, vóru onkur viðskiftafólk við borðið, og tað gleddi børnini, hvørja ferð, at onkur keypti nøkur egg

Birgir Waag Høgnesen tók myndirnar

Í góðveðrinum í dag - tó at sólin ikki hevur gjørt serliga nógv um seg - sótu nøkur fitt børn á marknaðarplássinum í Vágsbotni og seldu egg.

 

Børnini vistu at siga, at hetta vóru egg undan egnum hønum - ymiskt litt og blandað, og hetta vóru lutfalsliga stór høsnaregg.

 

Við sær høvdu tey eitt heimagjørt skelti og ein dukkuvogn ella lítlan barnavogn, sum tey høvdu eggjapakkarnar liggjandi í. 

 

Á søluborðinum høvdu tey eisini eina glashønu, har tey høvdu nøkur av eggunum í, so viðskiftafólk kundu síggja vøruna.

 

Meðan myndirnar vórðu tiknar, vóru onkur viðskiftafólk við borðið, og tað gleddi børnini, hvørja ferð, at onkur keypti nøkur egg.

 

Birgir Waag Høgnesen tók myndirnar í Vágsbotni seinnapartin í dag, og vit hildu, at hetta er ein fitt fríggjadagssøga.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Birgir Waag Høgnesen tók myndirnar