Bogi til B36

Betri deildin menn: Nógv bendir á, at ein fuglfirðingur verður at síggja í B36 í ár

Nógv bendir á, at Bogi Reinert-Petersen verður kunngjørdur sum nýggjur spælari í B36 í næstum. Hann hevur vant við høvðusstaðarfelagnum og er sum skilst í samráðinum um sáttmála.

 

31 ára gamli miðvallarin spældi í fjør við ÍF, sum endaði við at flyta niður. Hann hevur fyrr umboðað feløg sum HB, ÍF, Víking og EB/Streym. B36 hevur havt trupult við at fóta sær eftir eitt minni gott kappingarár í fjør.

 

Fleiri spælarar eru farnir í onnur feløg. Millum annað Jann Benjaminsen (NSÍ), Michal Przybylski (NSÍ), Fabian Ness (NSÍ), Bjarki Nielsen (AB) og Andrass Johansen, sum er farin av landinum. Frágongdin telur eisini fleiri av útlendsku spælarunum frá í fjør – undantikið Marius Kryger Lindh.

 

Tilgongdin telur royndar spælarar sum Heini Vatnsdal, Filip Djordjevic og Brian Jakobsen. Tað er í hendan bólkin Bogi Reinert Petersen hoyrir heima. Aðrir eru Ragnar Samuelsen, Jóhann H. Joensen, Bergur Poulsen og Markus Hellisdal alt eru spælarar, sum hava spælt við lægri liðum í Betri deildini.