Neil Bellamy, verjusendiharri á sendistovuni hjá Stórabretlandi í Danmarkar Kongaríki helt eina stutta røðu, har hann heiðraði bretsk-føroyska sambandið síðani 2. heimsbardaga.
Limur og veteranur í The Cameronian Association, hernaðardeildini hjá skotskum hermonnum, sum vardu Føroyar undir 2. heimsbardaga, helt eisini eina stutta røðu og sendi eina hjartans tøkk til føroysku tjóðina.
A Lonely Piper spældi: "Scotland The Brave" og saman við Havnar Hornorkestri framførdu: "Highland Catedral".
Ein løta við vinarlagi og at minnast tey, sum góvu lív sítt undir 2. heimsbardaga - bæði bretar og føroyingar.
##med2##