Broyting av almennu byggisamtyktini fyri Skopunar Kommunu

Skopunar Kommuna samtykti á fundi tann 21/6 2024, at dagføra og broyta verandi byggisamtykt fyri Skopunar Kommunu.

 

Uppskotið snýr seg um at fáa til vega eina byggisamtykt, sum lúkar nútíðar krøv og treytir, umframt at fáa til vega greiðari ásetingar fyri byggimálsviðgerð í kommununi.

 

Eisini verður byggisamtyktin víðkað soleiðis, at lendið, sum í dag ikki er fevnt av verandi byggisamtykt, verður lagt afturat soleiðis, at framtíðar møguleikarnar at byggja í kommununi verða tryggjaðir. 

 

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting í almennu byggisamtyktini liggur frammi á kommunuskrivstovuni Tormansvegur 12, FO-240 Skopun frá 24/6 2024 til 15/7 2024.

 

Møgulig mótmæli skulu sendast skrivliga til Skopunar Kommunu, Tormansvegur 12, FO-240 Skopun, antin við vanligum posti ella telduposti til Skopun(at)Skopun.fo. Í seinasta lagi 15/7 2024