Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 86 minuttir á vøllinum, tá lið hansara, Njarðvík tók ímóti Afturelding á heimavølli í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Talan gjørdist um hendingarríkan og rokmiklan dyst, ið endaði við 5-2 sigri til Afturelding.
Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fingu Joao Ananias og Erlendur Guðnason hjá Njarðvík reytt kort.
Afturelding var á odda 2-0 longu tá eitt korter var farið av dystinum. 10 minuttir undan steðginum minkaði Tómas Bjarki Jónsson um munin til 1-2.
Í 70. minutti legði Kaj Leo við hegnisligari sending upp til Oumar Diouck, ið javnaði til 2-2.
Men so skoraði Afturelding trý mál innanfyri 10 minuttir, og so var stórtap veruleiki hjá Njarðvík.
Njarðvík er nummar tvey í deildini við 20 stigum fyri 10 dystir. Njarðvík er trý stig aftanfyri oddaliðið, Fjölnir sum hevur 23 stig.
Komandi hóskvøld tekur Njarðvík móti Grindavík á heimavølli.