Biden viðgongur: - Eg sovnaði næstan á pallinum

Trýstið á 81 ára gamla forsetan økist - eisini í egnum flokki. Nú fortelur forsetin sjálvur, hvør orsøkin var til, at hann ikki stóð seg betur í kjakinum við 78 ára gamla, Donald Trump, herfyri.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, viðgongur nú, hvør orsøkin var til, at hann ikki stóð seg betur í kjakinum við Donald Trump. Hann sigur, at mongu ferðirnar fyri kjakið teirra millum viðvirkaðu til, at hann ikki megnaði kjakið betur.

 

Eisini millum demokratarnar er ivi nú um, hvørt hin 81 ára gamli ikki eigur at taka seg aftur í royndini at gerast forsetavalevni hjá flokkinum á valinum komandi.

Í nátt sigur forsetin, at mongu ferðirnar dagarnir fyri kjakið gjørdu sítt til, at hann ikki var so væl fyri í kjakinum móti fyrrverandi forsetanum, 78 ára gamla, Donaldi Trump. 

 

- Hetta er ikki ein umbering, men ein frágreiðing, sigur forsetin, sum vísir á, at hann lurtaði ikki eftir sínum hjálparfólkum. Hann heldur nú, at tað var ikki serliga skilagott av sær at ferðast "kring heimin einar tvær ferðir" so stutt fyri nógv umrødda kjakið.

 

- Eg lurtaði ikki eftir mínum hjálparfólkum, og so sovnaði eg næstan á pallinum, viðgekk Joe Biden í nátt.

 

Talskvinnan hjá forsetanum, Karine Jean-Pierre, gjørdi eisini viðmerkingar til kjakið millum verandi og fyrrverandi forsetarnar og segði, at hon skilir væl, at fólk kendu seg órógvað, men hon avvísti samstundis, at Joe Biden ikki er egnaður til at verða afturvaldur.

 

Demokraturin, Lloyd Doggett, er ikki samdur við talskvinnuni. Hann umboðar Texas í Umboðsmannahúsinum og heitir á Joe Biden um at taka "torføra og pínufulla valið" og taka seg aftur sum forsetavalevni.

 

Hann rósar kortini forsetanum fyri hansara arbeiði hesi farnu fýra árini og sigur, at í mun til Donald Trump hevur hægsta raðfesting hjá Joe Biden altíð verið USA. 

 

Sambært CBS News og tíðindastovuni Reuters skal amerikanski forsetin í dag hitta demokratiskar guvernørar, og her skal hann vissa teir um, at hann er væl fyri, bæði likamliga og mentalt.