30.000 politistar skulu tryggja frið og skil á franska parlamentsvalinum sunnudagin.
Tað sigur Gérald Darmanin, innanríkisráðharri, sambært tíðindastovuni Reuters.
Valstríðið hevur verið merkt av stórum spenningum, og fleiri tilburðir við politiskt grundaðum harðaskapi hava verið. Tí vil innanríksráðharrin vera serliga varðin, tá ið valúrslitið verður kunngjørt seint sunnukvøldið.
Valið sunnudagin er seinna umfar av franska tjóðartingsvalinum.