Kravgonga í Havn: – Vit krevja eina dagførda abortlóggávu

– Hetta er ein vanvirðilig støða, ið vit ikki góðtaka, siga stigtakararnir, sum nú vilja leggja trýst á politikararnar við einari kravgongu um at dagføra abortlóggá mitt í høvuðsstaðnum

(Tilvildarlig mynd av kravgongu í USA)

Fríggjadagin verður kravgonga fyri rættinum hjá kvinnum at "avgera um egið lív, kropp og nøring", sum stigtakararnir lýsa tað.

 

Stigtakararnir eru millum annað Amnesty International Føroyar, Frítt Val, Kvinnufelagið og Unga Tjóðveldi.

 

Gingið verður frá Gundadali til Speaker’s Corner, har tónleikur og røður eru á skrá.

 

Um orsøkina til kravgonguna siga stigtakararnir soleiðis:

 

– Fyri góðum tveimum mánaðum síðani fall lógaruppskotið um eina dagførda abortlóg, og fyri mong var hetta eitt stórt vónbrot. Støðan er tískil tann sama: kropsliga sjálvræðið hjá kvinnum verður ikki virt, kvinnur verða noyddar av landinum, og kvinnur mugu finna umvegir í heilsuverkinum fyri at fáa abort. Hetta er ein vanvirðilig støða, ið vit ikki góðtaka.

 

– Vit - felagsskapir, ungmannafeløg og einstaklingar - vilja vísa á, at stríðið ikki er av, fyrr enn abortlóggávan er dagførd, siga stigtakararnir. 

 

Kravgongan verður fríggjadagin 12. juli klokkan 17.

 

(Tilvildarlig mynd av kravgongu í USA)