Veðrið ávirkar siglingina um Suðuroyarfjørð

Sagt verður frá vánaligum veðri, og hetta ávirkar siglingina um Suðuroyarfjørð.

 

Avlýst hevur verið á leið 36 og 66 í dag, skrivar ssl.fo. Og Smyril avlýsir møguliga, ella siglir eftir broyttari ferðaætlan næstu dagarnar, boðar ssl.fo frá.

 

Ssl.fo skrivar soleiðis:

 

Vegna vána veðurforsøgn fyri sunnudagin 6. oktober og mánadagin 7. oktober kann roknast við møguligum broytingum ella avlýsingum á leið 7.