Keir Starmer um útlit til stórsigur: Fólkið hevur talað

Keir Starmer, leiðari í bretska Labour, sigur, at tað nú er uppgávan hjá flokkinum at bera broytingar fram.

- Fólk eru klár til broytingar, sigur Keir Starmer, leiðari í bretska Labour, í røðu fríggjakvøldið. - Mynd: Claudia Greco/Reuters

- Fólkið hevur talað.

Tað sigur Keir Starmer, formaður í bretska Labour-flokkinum, í røðu í nátt.

Alt bendir á stórsigur til Labour eftir tjóðartingsvalið í gjár. Sostatt stendur Starmer til at gerast næsti forsætisráðharri í Bretlandi.

- Nú er tað okkara túrur at levera, sigur Starmer.

- Broytingin byrjar nú.

Sambært kanning á valstøðum, sum er gjørd í samstarvi millum bretsku sjónvarpsstøðirnar Sky News, BBC og ITV, stendur Labour fyri at fáa 410 sessir í Undirhúsinum.

Hetta ger Labour til nógv størsta flokkin.

- Fólk eru til reiðar til broytingar, sigur Starmer.

Konservativi flokkurin gerst næststørsti flokkur í kanningini við 131 sessum í Undirhúsinum.

Flokkurin gongur munandi aftur. Á tjóðartingsvalinum í 2019 fekk hann 365 umboð í Undirhúsið, sum telur 650 limir.

Konservativi flokkurin hevur sitið í stjórnini seinastu 14 árini.

Liberaldemokratarnir, sum er ein sosialliberalur flokkur, verður triðstørstur við 61 sessum, um veljarakanningarnar á valstøðunum verða rættar.

Sambært kanningini letur valið dyrnar upp fyri einum flokki, sum ikki áður hevur verið umboðaður í Undirhúsinum: Nýskipanarflokkinum, undir leiðslu av Nigel Farage, sum serliga er kendur fyri at hava staðið á odda fyri Brexit-herferðini .

Sambært kanningini fær Nýskipanarflokkinum, sum er á høgravongi, 13 umboð í Undirhúsið.

Labour sær út til at fáa sítt besta valúrslit síðani 1997, tá flokkurin vann 418 umboð í Undirhúsið.

Samanborið við seinasta tjóðartingsval í 2019 er talið av tinglimum hjá Labour tvífaldað, vísir valstaðskanningin.

 

/ritzau/Reuters

 

- Fólk eru klár til broytingar, sigur Keir Starmer, leiðari í bretska Labour, í røðu fríggjakvøldið. - Mynd: Claudia Greco/Reuters